Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður á Húsum, um samanlegging av Húsa og Syðradals kommunu og Klaksvíkar Kommunu. Frá 1. januar 2017 at rokna er øll Kalsoyggin, saman við Klaksvík ein kommuna.
At flyta landsstýrisumboð, umboð fyri Klaksvíkar kommunu og okkum tíðindafólk, var báturin hjá Norðoya Bjargingarfelag leigaður. Her nakrar myndir frá túrinum aftur av Syðradali við Jákupi Jacobsen og manning á Ziska:




