Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðalundin í Mikladali slapp heldur ikki undan í storminum

Okkum er sent

Í illveðrinum í des. fekk viðarlundin í Mikladali stóran skaða. Fleiri stór trø kláraðu ikki at standa ímóti illveðrinum, ið var. Ruddingararbeiðið er nú í gongd, og fer tað at taka einar 2-3 vikur.

Fyrst verður sagað sundur, so ikki vandi stendst av teim koppaðu trøunum.

Enn kunnu fleiri stormar koma, so bular og greinar verða ikki borin út úr viðarlundini, men stakka saman til betri veður verður. Tá verður alt tilfarið koyrt útum og hvarnað, fyri síðan at verða nýtt til gøtur og annars at fríðka um.

Í fleiri ár hevur ikki verið hugaligt hjá fólki at gera nýtslu av viðarlundini, men í fjør og partvíst fyrraárið eru stór átøk gjørd fyri at fríðka um. Veitir eru grivnar, man hevur tynt munandi út, brúgvar og gøtur eru gjørdar, beinkir settir upp, gróthúsini lagaði uppaftur, onkur krógv er komin undan kavi og sett í stand. Nú er nógv broytt til tað betra, er ferðafólk í bygdini fara tey flestu ein túr hagar.

Tað verða fleiri brúgvar gjørdar til tann ovara partin, tá uppruddingararbeiðið verður liðugt, eisini fleiri beinkir.

Tað er staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar kommunu, Jákup Marnar Anthoniussen, sum stendur fyri arbeiðinum.

Harleyfacadeacryl