Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðareiði úr erva

Danial Viðoy

Teir tøkniligu møguleikarnir í dag eru nógvir. Tann so kallaða ”dronan” er eitt hitt nýggjasta brigdi hjá myndatakarum. Fleiri og fleiri fáa sær dronuna, ið flýgur og tekur myndir úr erva á jørð. Tveir ungir menn á Viðareiði fylgja tøkniligu tíðini og hava filmað Viðareiði úr erva.

Jóannis Sørensen og Magni Frederiksen eiga hvør sína dronu. Teir par-filmaðu annan november og hava sett filmarnar saman.

Hetta er serliga stuttligt at síggja hjá viðingum, ið dag og dagliga ferðast í bygdini. Nú er møguligt at síggja bygdina úr einum perspektivi, sum aldrin áður.

Zakaris Hammer hevur einaferð filmað eitt sindur niður yvir Viðareiðisbygd, tá ið hann gjørdi sendingarnar Bygdin og Bjørgini seinast í 90’unum. – Men aldrin áður hevur tað verið filmað so nágreiniligt, sum hesin filmurin vísir. So á ein ella annan hátt eru niðanfyri standandi upptøkur nokkso søguligar.

Nokk um tað, nýtið livandi myndirnar frá góðveðursdegnum, sunnudegnum hin 2. november: