Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðareiðis Renningin 2015 verður í morgin

John William Joensen

Viðareiðis Renningin 2015 verður sunnudagin 6. september kl. 16.00. Hetta verður 11. árið á rað, at Treysti skipar fyri rennikapping á Viðareiði. Fyrstu ferð var í 2005. Undirtøkan hevur øll árini verið góð. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta hugnaliga rennitiltak.

 
 

Kappingarnar byrjað kl. 16.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir renna hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.

Bólkarnir fyri gentur og dreingir eru óbroyttir í mun til seinasta ár og síggja teir soleiðis út í 2015:

Bólkarnir í 2015 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-5 ár f.-2010 – renna 250m
Gentur/dreingir 6-7 ár (f.2008-2009) – renna 250m
Gentur/dreingir 8-9 ár (f.2006-2007) – renna 500m
Gentur/dreingir 10-11 ár (f.2004-2005) – renna 500m
Gentur/dreingir 12-13 ár (f.2002-2003) – renna 1.000m
Gentur/dreingir 14-16 ár (f.1999-2001) – renna 1.000m
Kvinnur/Menn (f.1970-1998) – renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1960-1969) – renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1959 ella fyrr) – renna 2,7 km

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar.

 

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil tætt við startin frá kl. 15.00 sunnudagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

 

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!