Tað eru nú bert 98 metrar eftir at bora. Seinasta myndin, Norðlýsið hevur fingið frá Landsverki vísir at 1767 metrar eru boraðir og at tunnilslongdin skal vera 1865 metrar. Hendan myndin er frá 27 juni. Tað vil siga, at tað eru minni enn 98 metrar eftir at bora, tí síðani 27 juni hava teir skotið aftur.

Tað hevur gingið sum fretur eftir gleri at bora Viðareiðistunnilin. Tíðarfreistin er langt síðani gloymd, tí teir eru langt framman fyri ásettu tíðina við arbeiðnum av tunlinum.
Fyrsta skotið gekk av 28. august í fjør, men av tí at tilfarið, sprongt var í, ikki var gott nokk, steðgaði arbeiðið. Tískil mátti bíðast heilt til í desember, áðrenn boringin og spreingingin av Viðareiðistunlinum av álvara fór í gongd. Síðani hevur gingið nógv betri enn væntað.
Arbeiðið hevur gingið so væl, at ikki bert tíðarfreistin er yvirhálað, men eisini árliga játtanin fyri Viðareiðistunnilin.
Tá ið Norðlýsið snakkaði við arbeiðsmenn í desembermánaða, søgdu teir, at teir væntaðu at borað eini 70-80 metrar um vikuna. Og heldur hetta, so er tað ikki meira enn ein góð vika til síðsta skotið verður latið av.
Enn er ikki alment dagfest, nær síðsta skotið verður skotið, sigur Landsverk í telefonini.