Viðingar hava seinastu árini gjørt stórt arbeiði við at skráseta ymisk staðarnøvn í haga og framvið strendur.
Nú Viðareiðistunnilin er í ger, er eitt kort gjørt, ið vísir hvussu langt tunnilin er komin, og eftir tí stendur at Viðareiðistunnilin kemur út í Miðdali. Men hetta er ein skeivt.
Vit á Norðlýsinum hava fleiri ferðir fingið áheitanir um hetta av Viðareiði og vit hava eisini áður gjørt Landsverk vart við hetta, men higartil er onki broytt, kortið sigur framvegis ”Miðdalur”.
Olevinus Sørensen ringdi í morgun. Hann hevur eisini eins og Danjal Lydersen, stóran tokka til gomlu staðarnøvnini á Viðareiði og hann er sannførdur um, at verður skeiva navnið brúkt nóg títt, so fer tað at hanga við.
Staðarnøvnini hava týdning. Olevinus nevnir eitt dømi: ”Gangi eg undir Fossum, so kann eg siga onkrum øðrum at ein maður gekk uppi í Miðdali”. Staðarnøvnini eru okkara máti at siga frá neyvt um støður í haganum, og tað eiga vit at varðveita.
Men vit á Norðlýsinum kunnu eisini taka í egnan barm, tí vit kundu broytt kortið hjá Landsverk áður enn vit koyrdu tað út alment. Men rættast er helst at tikið verður um rótina, at Landsverk broytir kortið.




