Verður tað sum fíggjarnevndin vil, so verður Viðareiðisvegurin skjótt søga. Saman við Norðoyingum og øðrum sum nýta hesa farleið fegnist eg stórliga um hetta.
Viðareiðisvegurin skjótt søga
Verður tað sum fíggjarnevndin vil, so verður Viðareiðisvegurin skjótt søga. Saman við Norðoyingum og øðrum sum nýta hesa farleið fegnist eg stórliga um hetta.
Eftir tógvið stríð og tol í mong ár kom nú endiliga hartil, at viðingar kunnu síggja fram ímóti at fáa eina trygga farleið til bygdina. Síggja fram ímóti , tá tey trygt og vandaleyst kunnu ferðast millum Viðareiði og restina av landinum.Óttaleys kunna senda børn og ungdóm avstað í skúlabussi og bili í stormi og hálku .
Hettar er stórur dagur fyri íbúgvarnar á Viðareiði og onnur sum nýta hesa farleið. Ein samd fíggjarnevnd hevur avgjørt at gera tunnil til Viðareiðis. Sostatt verdur ikki farið undir at bøta um Viðareiðisvegin. Tað verður ikki mett ráðiligt og ikki nóg gott at tryggja verandi veg móti omanlopi og skalvalopi úr steyrrætta fjallinum omanfyri.
Tad er sera vindhart á Viðareiðisvegnum og nógvar skaðaættir. Onki undirlendi er, soleiðis at um ein bilur fer omanav, so endar hann mest sannlíkt á sjónum. Tad er tí sera gott at tunnilloysnin verður vald.
Tunnilsloysnin loysir best og tryggast og einaferð fyri altíð vandarnar við leysa tilfarinum í fjallinum, omanlopi, skalvalopi, vindi og brattlendinum niðanfyri vegin. Tunnil til Viðareiðis er tí tann mest kompletta og einasta trygga loysnin. Tað er tí at fegnast um at henda loysnin bleiv vald. Hartil verdur eisini mett, at tunnilsloysnin er munandi bíligari enn at gera nýggjan veg tryggjaðan móti omanlopi.
Tunnilsloysnin er eisini best fyri vinnuna, havandi í huga smoltstøðina Inni í Dølum sum er við til at framleiða fyri 440 milliónir krónur árliga.
Viðareiði er søgulig bygd og náttúruvøkur við hábærsligum fjøllum og Ennibergi. Hetta skuldi um rætt var atborið givið møguleikar í ferðavinnuni, sum er ein vaksandi vinna og sum vit hava valt at satsa uppá. Viðareiði var høvuðsplássið í Norðoyggjum í gomlum døgum. Eitt gott og trygt ferðasamband kann fáa bygdina at blóma av nýggjum.
Eg fegnist um, at Viðingar loksins fáa eina virðiliga og trygga loysn mong ár fram í tíðina við Viðareiðistunlinum. Alt annað vildi verið óvirðiligt og ótrygt og burturspilt orka og spill av skattaborgarans peningi.
Landstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard eigur stórt rós uppiborið fyri sín leiklut at fáa tunnilsverkætlanina framda.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna




