Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðarlundin í Mikladali ein grøn perla

Oliver Joensen

Ikki kann annað sigast enn at viðarlundin í Mikladali veruliga ert ein grøn perla.

Seinnu árini hevur Klaksvíkar Kommuna gjørt stórarbeiði í Mikladali.

Vegurin úr landsvegnum, niðan á sparkivøllin, til kampingplassið og viðarlundin er farandi eftir. Bert er spell, at arbeiðið við vegnum og kamping plássinum gongur so seint. Longu nú eru fólk, ið kampera í Mikladali, og væntast kunnu sera nógvar vitjanir har í summar. Alt gott um at eitt kamping pláss er gjørt har, men liðugt gerðin manglar, og tað átti okkara kommuna at kunna funnið pening til.

Hinvegin er sera stórt og gott arbeiðið gjørt við viðarlundina. Um vikuskiftið var eg á staðnum við abbabørnunum. Sigast má at tað frøddi mítt eygað at síggja alt hetta vakra í lundini. Hóast gróðurin ikki enn er komin rættuliga fyri seg, so sást týðuligt, at her liggur stórt arbeiði eftir.

Væl er drenað her, sera snotuligar gongugøtur, lagdar við stroyggi, ið er malið úr falnum trøum úr viðarlundini og harafturat smáar snøggar brúgvar tvørtur um veitir og bleytlendi.

Nú stendur eftir at snøgga tjørnina, ið er gimsteinurin innan í perluni.

Jú, viðarlundin var eitt satt upplivilsið, og eftir útsøgn frá býargartnaranum í Klaksvík, so eigur staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu í Kalsoynni, Jákup Marner Anthoniussen, stóra æru fyri at so langt er komið áleiðis.

Havi børnini við, tá tit fara ein túr til Mikladals, tey fáa eina góða uppliving í vøkru Viðarlundini: