Tað eru ikki bert bygningar og bilar, ið hava kent sviðan frá ódnini Urd. Ein gongutúrur út í Grøv í dag og niðan gøtuna í Tuguni vísti greitt, at okkara framúr vakra viðarlund mátti lata nøkur trøð.
Úti í kirkjugarðium hevði Urd eisini herjað, tað sást á gravsteinum, ið vóru farnir um koll og gravarprýði lá slongt ymsastaðni, so har verður eisini nakað av upptaki.
Her nakrar myndir frá viðarlundini:




