Sjálvan flaggdagin var Betesda kórið boðið at syngja í Nordens Hus í Odense har Føroyingafelagið skipaði fyri flaggdagshaldi – hiðani hesar myndirnar eru. Flaggdagstiltakið var tó bert ein partur av Danmarkarferðini har m.a. var sungið í Betania Kirken í AAlborg, har samkoman gjørdi eitt videobrot frá møtinum. Meira um ferðina seinri.
Sjálvan flaggdagin var Betesda kórið boðið at syngja í Nordens Hus í Odense har Føroyingafelagið skipaði fyri flaggdagshaldi – hiðani hesar myndirnar eru. Árni Helmsdal flutti fram flaggrøðu. Flaggdagstiltakið var tó bert ein partur av Danmarkarferðini har m.a. var sungið í Betania Kirken í AAlborg, har samkoman gjørdi eitt videobrot frá møtinum sum er lagt á youtube. Serliga vøkur er løtan tá Betesdakórið syngur sálmin “Ger meg til eitt lítið ljós” hjá Mikkjal á Ryggi. Næstan 50 sangarar og tónleikarar vóru við á ferðini – kórið telur annars 75 sangarar – Meira um ferðina í blaðnum í komandi viku.




