FM-kappróður í Vestmanna: Klaksvíkar Róðrarfelag hevði fýra bátsmanningar við í FM-kappingini í dag. Tveir sigrar, eitt annaðpláss og eitt fjórðapláss. Tað er á einari leið, má sigast.
FM-kappróður í Vestmanna: Klaksvíkar Róðrarfelag hevði fýra bátsmanningar við í FM-kappingini í dag. Tveir sigrar, eitt annaðpláss og eitt fjórðapláss. Tað er á einari leið, má sigast.
Tað vóru dreingirnir og menninir, ið drógu longra stráið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í dag. Hjá 6-mannaførum við monnum vann Páll Fangi, hjá 5-mannaførum við dreingjum vann Fípan Fagra, í 5-mannafarsróðrinum hjá gentum fekk Fípan eitt annaðpláss og hjá 6-mannaførum við kvinnum endaði Páll Fangi aftast á fjórðaplássið, men tó sera tætt við eitt annað- og triðjapláss.
5-mannafør dreingir: Fípan smurdi hinar av
Tað var eingin ivi um vinnaran hjá 5-mannaførum við dreingjum í dag. Fípan Fagra smurdi hinar seks bátarnar av. Fípan fekk, sum flest allir bátarnir, eina góða byrjan. Men Fípan stakk seg skjótt fram á fyrsta pláss og helt seg har restina av róðrinum. Fípan vann við eini góðari bátslongd.
5-mannafør gentur: Genturnar júst ov stuttar
Tað sá leingi út sum ein sannførandi róður hjá Fípuni Føgru. Tá ið 2-300 metrar vóru eftir á mál, var Fípan eina bátslongd á odda. Men tá byrjaði Silja at ganga og var drúgvari í endaspurtinum. Hetta endaði við at Silja vann tepurt.
Farna róður endaðu tær á fimta plássi, men fingu triðja pláss, tí tvær manningar frammanfyri blivu kolldømdar. Trý pláss longur frammi í dag, er tí ikki so galið. Tær eru enn við í kappingini um at vinna FM-heiti. Tær verða helst noyddar at vinna báðar teir seinastu róðrarnar.
6-mannafør kvinnur: Aftur Jarnbardur
Allar fýra manningarnar fingu eina góða byrjan. Men skjótt kom Jarnbardur undan. Kappingin um annaðplássið var sera tøtt og bar væl á, kundi Páll Fangi líka so væl fingið silvur um hálsin. Tær tríggjar manningarnar komu mestur ájavnt á mál, men Páll Fangi á fjórðaplássið. Jarnbardur er í serflokki og tað skal eitt sindur meira til, fyri at knógva teimum.
Róðurin hjá Páll Fanga er ikki komin út á www.kvf.fo enn. Annars ger Kringvarpið við Suna Merkistein og Solby Eliasen á odda eitt megnararbeiði, tá ið kappróður umræður.
* FORSÍÐAN Á VIDEO ER IKKI RØTT; BER YVIR VIÐ OKKUM!




