Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Ein øðrvísi rødd í føroyska samfelagnum

Norðlýsið

Hetta er Norðlýsið. Hundrað ára gamla blaðið, sum enn tann dag í dag er sjálvsagdur partur av fjølmiðlamyndini, har nógv vendir upp og niður eftir stórar tøkniligar broytingar, segði borgarstjórin í røðu á 100 ára degnum

Á einari skrivstovu situr blaðstjórin við brillunum niðri á nøsini. Hann trýstir á knappborðið. Skrivar. Tíðindi, oddagreinar og samrøður. Soleiðis sum hann hevur gjørt síðani miðskeiðis í 1970’unum. Altíð er hann til reiðar at rykkja út, um onkur mynd skal takast, ella onkur hending – stór ella lítil – skal dekkast.

Á aðrari skrivstovu situr stjórin og ídni skribenturin. Skjótur at tríva í telefonina og uppsnúsa eina søgu ella fáa eina avtalu í lag. Hann dugir at finna teir skeivu vinklarnar og kundi ikki funnið uppá at runnið aftanámiðlunum í høvuðsstaðnum.

Og millum fegðarnar situr tann dugnaligi og helst meira stillisligi grafikarin. Dóttirin og systurin, sum samlar tráðirnar, tá ið blaðið og lýsingar skulu framleiðast.

Afturat teimum eru trúfastir skribentar, familja og nógvir góðir vinir, sum stuðla upp undir arbeiðið í blaðhúsunum – ella blaðkjallaranum, sum vit kundu sagt í hesum føri.

Hetta er Norðlýsið. Hundrað ára gamla blaðið, sum enn tann dag í dag er sjálvsagdur partur av fjølmiðlamyndini, har nógv vendir upp og niður eftir stórar tøkniligar broytingar.

Norðlýsið er Klaksvík. Norðoyggjar. Norðlýsið er ein øðrvísi rødd í føroyska samfelagnum. Grundarlagið er í lokalsamfelagnum í Klaksvík og rundan um. Upprunin fornoktar seg ikki – og tað skal hann heldur ikki.

Tá ið føroyska fjølmiðlakórið verður í so einstáttað og einræddað, uppliva vit mangan, at Norðlýsið kann finna eina aðra stemmu at syngja við. Viðhvørt skapar tað góðan harmoni, og viðhvørt kann Norðlýsið fáa fjølmiðlakórið at ljóða deiliga falskt.

Hetta skal skiljast sum, at vit í fjølmiðlunum – sum so nógvar aðrastaðni í samfelagnum – hava brúk fyri fjølbroytni. Vit hava brúk fyri ymiskum sjónarmiðum og vinklum. Her hevur Norðlýsið eitt gott og umráðandi pláss sum ein miðil í útjaðaranum. Útsýnið av Rygsvegi er sum vera man eitt annað, enn tað er í Sortudíki ella í Vágsbotni – ikki minst tá ið brillurnar hjá Oliveri hanga niðri á nøsuni.

***

Í dag halda vit hundrað ára dagin hjá Norðlýsinum. Lokalblaðið hjá norðoyingum kann lata seg feira í góðum formi. Og tað fegnast vit um. Viðhvørt er gott at fáa eitt høvi at hátíðarhalda tað mest sjálvsagda og natúrliga. Tað, sum vit kanska ikki veruliga seta prís upp á í gerandisdegnum ella geva okkum rættiligt far um.

Norðlýsið er ein inngrógvin partur av okkara lokaløki, vit eru von við, at tit eru her og har og allastaðni. Men í dag kunnu vit steðga á, gratulera tykkum við degnum og arbeiðnum, tit gera, og fegnast saman við tykkum um, at Norðlýsið framvegis er týðandi partur av okkara samfelag – eina heila øld eftir, at blaðið fyrstu ferð kom út.

Tað er ikki bert ein dansur á rósum at reka og røkja ein fjølmiðlin nú á døgum. Umstøðurnar eru nógv broyttar, og avbjóðingarnar eru kanska størri enn nakrantíð. Heimurin minkar, so hvørt sum tøknilig parturin av gerandisdegnum veksur, og hesin veruleiki bjóðar fjølmiðlunum av.

Fyri hálvari øld síðani ferðaðust tíðindi spakuliga um lond og høv. Tað kundi taka dagar og vikur, áðrenn tað feskasta – sum ikki var so feskt longur – frættist her á okkara leiðum. Nú verða vit við okkara teldum, teldlum, fartelefonum og sjónvørpum dagførd, so hvørt sum hendingarnar fara fram – líka mikið um tær eru her heima ella úti í heimi.

Sosialu miðlarnir hava sett seg tungt á samskifti millum fólk, og har fer nógv tíð – bæði neyðug og óneyðug. Heimurin er í hondini, og vit hava alt meira til felags við fólk í London, New York og Moskva.
Men í hesum meldri. Í hesum kókandi potti av lívi og møguleikum hava vit Norðlýsið, sum framvegis er ein viðkomandi partur av okkara gerandisdegi. Tað er framvegis eitt pláss fyri Norðlýsinum. Lokali miðlin vinnur á tíðini og broytingunum.

Tað ger Norðlýsið bæði við at halda fast og við at broyta seg. Nýggir møguleikar við interneti og interaktiviteti verða brúktir til fulnar, men sterki samleikin sum tann lokali miðlin verður varðveittur.

***

Eg vil nýta hetta høvi at takka tykkum á Norðlýsinum og tykkum, sum hava og framvegis varða av lokala miðlinum, fyri tykkara áhaldandi innsats. Tað er ikki bara lætt, og tað er ikki bara taknemligt at verða miðil í einum lokaløki, men tit eru tað á ein góðan hátt.

Eg vil eisini ynskja tykkum alt tað besta frameftir. Eg veit, at tit fara at halda fast um, at Norðlýsið er Norðlýsið. Finna skeivu vinklarnar. Ganga tykkara egnu leiðir. Syngja við. Syngja falskt, tá ið tað er neyðugt. Lata brillurnar hanga niðri á nøsini. Taka hornið av og ringja. Rykkja út og liggja framvið. Og fram um alt annað: Verða Norðlýsið!

Eg vil sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (og eitt sindur sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum) ynskja tykkum hjartaliga til lukku við fyrstu øldini – og alt tað besta í komandi døgum!

Harleywoodpaint