Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Ein tekja reiv í Klaksvík í nátt

kvf.fo

Nógvur vindur var í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um skaða. Ein bilur varð tikin av eini hvirlu millum Fjarða um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið og fór út av vegnum, skrivar kvf.fo

Nógvur vindur var í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan hevur ikki fingið nógvar fráboðanir um skaða.

Ein bilur varð tikin av eini hvirlu millum Fjarða um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið og fór út av vegnum.

Bilførarin, ein maður, var einsamallur í bilinum, og hann slapp snikkaleysur frá hendingini. Heldur ikki bilurin fekk skaða.

Tekjan reiv

Stutt eftir klokkan 11 í gjárkvøldið reiv tekjan og klædningurin av einum húsum í Klaksvík.

Sløkkiliðið varð boðsent og fekk tamarhald á støðuni, og fekk bjargað tí mesta.

les meira á kvf.fo