Ógvusliga minkingin í heimaflotanum, saman við ógvusligum friðingum, gera at Fiskidaganevndin er sannførd um at fiskiskapurin hjá føroyska heimaflotanum ikki ávirkar fiskastovnarnar
Umleið 50% av landgrunninum uttanfyri 12 fjóðringar er friðaður fyri trolveiðu ein part av árinum ella alt árið. Stórar minkingar eru í innsatsinum (tal av skipum og bátum og tal av fiskidøgum), og av somu orsøk er royndin minkað heilt nógv. Harumframt eru møguleikarnir hjá skipum og bátum nógv avmarkaðir av friðaðum økjum. Fiskidaganevndin er av teirri greiðu fatan, at verandi innsatsur ikki ávirkar botnfiskastovnarnir undir Føroyum skeivan vegin.
Ein vanligan fiskidag eru einans 25 fiskiskip til fiskiskap undir Føroyum, sigur fiskidaganevndin.
14,10 trolarar í bólki 2
4,32 línuskip í bólki 3
0,66 +utróðrarbátar í bólki 4a
1,89 útróðrarbátar í bólki 4b
2,24 útróðrarbátar í bólki 4t
2,50 útróðrarbátar í bólki 5a




