Tá ið kópakonan bleiv avdúkað í gjár, gjørdist Eivør Pállsdóttir ikki sørt trøllabundin og hugtikin av væl frágingnu standmyndini niðri á helluni í Mikladali. Sangurin ’Trøllabundin’ varð sungin og tað riggaði væl til løtuna. Ein kópur stakk høvdið uppundan fyri at síggja kópakonuna og hoyra Eivør.

– Eg vænti at maðurin hjá kópakonuni hevur verið nakað trøllabundin, tá ið hann hevur sæð tað ótrúliga vøkru kópakonuna, segði Eivør Pállsdóttir áðrenn hon framførdi sangin.
Ein kópur lýddi á
Ímeðan Eivør framførdi, kom róp í inni í mannamúgvuni. Tí nøkur høvdu sæð ein kóp beint norðanfyri helluna. Hann spældi sær í briminum.
Onkur segði margháttliga, at tað mátti vera okkurt barn ella ommubarn hjá kópakonuni, ið var komin at skoða vøkru standmyndina av mammuni ella ommuni.
Norðlýsið fekk tíanverri ikki myndir av kópinum, hóast tað varð roynt at filmað umráðið, har kópurin hevði víst seg. Men røddina og vakra sangin hjá Eivør fingu vit við í livandi myndirnar: