Í 2006 spældi Team Klaksvík sín fyrsta dyst nakrantíð.
Dysturin var í triðbestu deildini og var ímóti KÍF. Hendan dagin í KÍ høllini í 2006 byrjaði hesir leikararnir inni í søguliga dystinum hjá Team Klaksvík, sum seinastu árini hevur spælt í bestu mansdeildini:
Málverji: Jákup Mikkelsen
Vinstri vongur: Meinhardt Joensen
Vinstri bakkur: Allan Mørkøre
Miðja: Fríðin Ziskason
Høgri bakkur: Kristian Andreasen
Høgri vongur: Niclas Niclasen
Strika: Dánjal Kjærbo
Dómarar hendan dystin vóru báðar eldsálirnar í Stjørnuni, brøðurnir Ingvi Ragnarsson, sáli, og Kristoffur Ragnarsson.
Niðanfyri kann fyrsta málið hjá felagnum síggjast, sum Meinhardt Joensen skeyt. Tað er Allan Joensen, sum eigur upptøkuna.




