Gary Anderson megnaði í hálvfinaluni í HM kappingini í kvøld at lukka við 9 pílum.
Í hálvfinaluni í HM í dart gjørdiskotski Gary Anderson tað ótrúliga við at lukka við 9 pílum.
Fyrr í kvøld vann Adrian Lewistryggan 6-3 sigur á Raymond van Barneveld í aðrari hálvfinaluni.Í seinnu hálvfinaluni vann verandi heimsmeistari Gary Anderson 6-0 á Jelle Klaasen. Eitt var, at Andersonspældi sera sannførandi, men hann bleiv eisini tann fyrsti í hesikappingini, sum megnaði at lukka við 9 pílum, ið gevur serligan peningaligan vinning og ikki minst sera glaðar áskoðarar, sum videobrotiðniðanfyri vísir.
Í annaðkvøld verður finalan millumAdrian Lewis og Gary Anderson. Og sum hesir báðir spældu í kvøld,so er lagt upp til eitt brak av einum dysti, sum verður víst kl.18.30 beinleiðis á TV3Sport 2.




