Hetta er eitt úrslit av, at vit hava roynt at marknaðarført Eiði uttanlands, sigur ein fegin borgarstjóri Jógvan í Skorini
Hetta er eitt úrslit av, at vit hava roynt at marknaðarført Eiði uttanlands, sigur ein fegin borgarstjóri Jógvan í Skorini
Ferðamannaskipið Spitsbergen vitjar á Eiði í dag og tað er fyrstuferð at slíkt skip vitjar á Eiði í nýggjari tíð.
Eiðis kommuna skal á Føroyakortið og eisini við tíðini á Heimskortið, sigur ein framfýsin borgarstjóri nú Norðlýsið fekk fatur á hann við bryggjuna, har norska ferðamannaskipið Spitsbergen liggur mesta partin av degnum.
Borgarstjórin á Eiði var í rættuliga siðbundnum klæðum tá vit gjørdu samrøðu við hann og tað hevði sínar náttúrligu orsøkir, segði Jógvan í Skorini.
Les meira um vitjanina her og eisini um átøk á Eiði her.
Sí samrøðuna niðanfyri




