Í hólmgongu um fiskivinnupolitikkin í Skúlanum á Skúlatrøð, í samband við Føroya Sjómannadag, gjørdi landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum sær stóran ómak fyri ikki at siga sannleikan, tá umboð fyri fiskivinnuna (menn sum liva av fiskivinnuni) spurdu um ætlanirnar hjá landsstýrinum.

At ein landsstýrismaður í Fiskivinnumálum so óforskamma roynir at føra fólk sum liva av vinnuni aftur um ljósið, er sera álvarsligt. Hetta ger landstýrismannin til einkið annað enn ein lygnara.
Hetta er greitt nú nýskipanarnevndin hevur skrivað eitt hoyringsskriv har tað kemur fram, at áðrenn almenna fundin í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, hevði Høgni Hoyda á fundi við nevndina gjørt púra greitt:
…. at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Eisini hevur landsstýrismaðurin gjørt greitt, at skipanir við søguligum rættindum, tilfeingisgjøldum ella ‘beauty contest’ ikki eru í samsvari við arbeiðssetningin. Tilmælini byggja tí á ta fyritreyt, at uppboðssøla skal vera av øllum rættindum. Nevndin hevur tí ikki viðgjørt spurningin, um uppboðssøla skal vera ella ikki….”