Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Video: Klaksvíkingur á ólavsøku

Norðlýsið

Í dag rør hann ikki, men seinastu árini hevur 10-mannafarið Klaksvíkingur sett sín dám á ólavsøkuna.

Fyri klaksvíkingar og norðoyingar, ið hava fylt við kappróðri seinastu 10 árini, so er helst eitt av bestu minnunum við ólavsøkuni kappróðurin hjá 10-mannaførunum, tá Klaksvíkingur hevur verið við. Tí 10-mannafarið hevur verið sannførandi á seinasta FM róðrinum á árinum øll hesi árini hann hevur luttikið. Sigur tú ólavsøka, so sigur tú eisini Klaksvíkingur, um tú ert eitt sindur áhugaður í kappróðri seinastu 10 árini. Niðanfyri eru allir sigrarnir – burtursæð frá 2006 – hjá Klaksvíkingi á ólavsøku seinastu árini. 

Samstundis ynskir Norðlýsið øllum føroyingum eina góða ólavsøku!