Barcelona kunngjørdi stóra keypið í summar fyri fjølmiðlunum í morgun.
Luis Suarez er helst mest umtalaða skiftið í summar, nú ársins leikari í Premier League í fjør valdi at skifta til Barcelona. Suarez kom eisini í brennidepilin í summar, tá hann fyri 3. ferð beit ein mótstøðuleikara undir dysti. Tað merkir, at hann hevur leikbann fram til seinast í oktober.
Suarez fekk á tíðindafundinum nógvar spurningar um ymisk viðurskiftir sum eitt nú hansara málsetning og hansara leikbann.




