Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Løgmaður í ætt við Nólsoyar Páll

John William Joensen

Anfinn Kallsberg hevði eina áhugaverda ættargreining um ættarfólk Nólsoyar Pálls. Hann vísti til bók, Ættarbandið við Nólsoyar Páll, sum kom út í 1995, at sambært henni vóru tá (1995) um 3800 ættarfólk eftir Nólsoyar Páll. Í næstum kemur eindagførd ættarbók.

Ósáskúlin var fullsettur í hóskvøldið av áhoyrarum, ið eisini sluppu at síggja og hoyra um eina spennandi byggiverkætlan, sum eftir ætlan skal standa liðug seint á heysti 2016 – kostnaður 3 mill. Tað var Áhugafelagið Nólsoyar Páll, sum er nýstovnað felag í Klakksvík, hvørs endamál er at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyrst í 1800-talinum, ið hevði tikið stig til kunnandi fundin um verkætlanina. 

Fundur um Nólsoyar Páll – Anfinn Kallsberg from Norðlýsið on Vimeo.