Á youtube finnast nakrir av stóru klassikarunum millum KÍ og HB.
Á youtube finnast nakrir av stóruklassikarunum millum KÍ og HB. Niðanfyri eru nakrir av dystunum millum hesi bæði liðini, sum finnast á youtube.
Í fjør vann KÍ fyri fyrstu ferð áheimavølli í 9 ár móti HB. Hæddarpunktini kunnu síggjast HER.
Í 2009 spældu liðini avgerandi dyst í Gundadali í næstseinasta umfarinum. HB skuldi vinna fyri at tryggja sær FM heitið, meðan KÍ við tapi var farið niður í næstbestu deildini. HB vann 4-2. Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri.
Sama ár spældu KÍ og HB landskappingardyst í Klaksvík, har HB vann 2-0. Tað mest minniliga við hesum dystinum var 2-0 málið, sum Hanus Thorleifsson skoraði móti endanum við hjálp frá hondini. Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri.
Áðrenn KÍ sigurin í fjør skulu vit aftur til 2005 fyri at finna ein dyst, har KÍvann móti HB. Hesin dysturin var í 1. umfarinum hetta árið.Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri.
Kanska minniligasti dysturin íKlaksvík í nýggjari tíð var í 2002, tá KÍ vann 3-2 við málifrá leikandi venjaranum Kurt Mørkøre í yvirtíðini.Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri.
Tá KÍ vann FM í 1999 vóru eisiniminniligir dystir og aftur var Kurt Mørkøre í høvuðsleiklutinum.Hesaferð vóru báðir dystirnir spældir í Gundadali. Fyrst íseinnu hálvfinaluni, tá Kurt avgjørdi í 88. minutti til 2-1.Síðani í landskappingardystinum, tá hann í yvirtíðini avgjørdi2-1. Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri.
Í 1995 spældi KÍ og HB dyst íKlaksvík, har KÍ mátti vinna fyri at umganga niðurflyting, meðanHB mátti vinna fyri at halda lív í FM stríðnum. KÍ vann 2-0 viðmálum frá Símuni Eliasen og Arnold Joensen. Hæddarpunktini kunnusíggjast niðanfyri.
Í 1991 skeyt aftasti maður hjá KÍhendan dagin, Stig Elttør, minniligt mál í Gundadali. Málið kannsíggjast niðanfyri.
Í 1987 spældu KÍ og HB ágrúsvøllinum í Klaksvík í seinasta umfarinum. HB skuldi vinnafyri at vinna FM, men KÍ og Karl Marius Poulsen, sum skoraði máliðhjá KÍ, steðgaðu hesum. Dysturin endaði 1-1. Hæddarpunktinikunnu síggjast niðanfyri.




