Flogbóltur, Keypmannahavn: Komandi ár fara Eina Kalsø, Birgit Guttesen og Sofía Purkhús eftir øllum at døma at spæla í bestu donsku flogbóltsdeildini. Amager VK, sum tær eru partur av, flutti í gjárkvøldi upp í Ligaen.

Tað var annars Sofía Purkhús, sum legði krúnuna á verkið í kvøld, tí hon hevði seinastu hondina á, tá ið neyðuga settið varð vunnið. Síggj og les um tað:
Tað var annars Gentofte, sum vann fyrsta settið, tí Amager VK fekk eina heldur trilvandi byrjan. Sofía sigur, at í fyrsta settinum vóru tað nervar upp á spæl. Fyrsta sett endaði 25-12 til Gentofte.
Men í øðrum setti tóku tær úr AVK seg saman og tað sá heilt annarleiðis og betri út. Tann danski/føroyski blokkurin stóð seg væl og sløgini vildu meira. Og stuttligt var at síggja, tá ið Sofía Purkhús sló tann avgerandi bóltin hart í gólvið, og har við tryggjaði AVK luttøku í bestu donsku flogbóltsdeildini komandi ár. Settúrslitið var 18-25 til AVK.
Triðja sett var tætt, men AVK dró longra stráið og vann 21-25. Í fjórða settinum spældi Gentofte fyri æruni og vann 25-20. Leingi sá tað út til at Gentofte skuldi vinna seinasta sett og dystin, men AVK kom aftur og vann akkurát 15-17 og har við dystin 2-3.
Niðanfyri er videobrot og nakrar fáar myndir: