Peter Thaysen, chepolitiinspektørur, rósar grindamonnunum sum luttóku í drápinum á Sandi seinrapartin, tá umleið 50 til 100 hval løgdu beinini.
Peter Thaysen, chepolitiinspektørur, rósar grindamonnunum sum luttóku í drápinum á Sandi seinrapartin, tá umleið 50 til 100 hval løgdu beinini.
– Tað bleiv eitt stórt apparat sett í gongd tá fráboðanin um grind í Skúvoyarfirði kom seinrapartin. Vit brúktu tvær tyrlur at flyta menn og útgerð til Sandoy. Vit høvdu føroyskar politistar, servandar danskar politistar og serfrøðingar frá donskuverjuni og eftir lítlari løtu høvdu vit handtikið 14 Sea Shepherd fólk harav seks á landi og 8 á sjónum. Hald var lagt á tríggjar skjóttgangandi bátar og íløtuni eru vit við at flyta fólk og útgerð aftur til Havnar. Har verða aktivistarnir avhoyrdir og síðani settir í arrestina.
Rós til grindamenn
Tá Norðlýsið spyr um Sea Shepherd terroristarnir nú verða koyrdir av landinum, sigur Peter Thaysen at tað juridiska hevur politiið einkið við at gera.
– Vit eru ikki juristar og júst tann partin má rættarskipanin taka sær av.
Peter Thaysen rósar grindamonnum og teimum sum annars luttóku í drápinum fyri at hava borið seg rætt at og ongantíð var nakar ófriður hóast provokatiónirnar frá Sea Shepherd.




