Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin var fyri pør skilt á tann hátt, at ein maður og ein kvinna skuldu vera umboðað á hvørjum liði.
Vinnararnir vóru teir somu sum í fjør. Sýslumaðurin Karl Johansen og dóttirin Annika K. Ljósstein vóru skjótast. Tey høvdu tíðina 04.30.00. Nummar tvey hevði tíðina 05.22.60 og nummar trú 05.53.57.




