Video: Í seinastu viku var Norðlýsið við video upptøkutólinum umborð á Queen Victoria saman við borgarstjóranum Jógvan Skorheim og øðrum í Klaksvíkar Kommunu, ið vóru til rundvísing umborð.
Umborð á skipinum vóru 1976 ferðafólk og umleið 980 starvsfólk. Skiparin Inger Klein Olsen er úr Vestmanna, men hevur eisini ættarrøtur úr Klaksvík. Omma hennara í faðirætt var Jóhanna, dóttir Simonu og Jákup í Glasstovuni á Vágsheygnum. Í móðirætt er Sólgerð Jacobsen (Kona Jógvan Jacobsen) mostir hjá Inger. Og fara vit nógv longur aftur, so var stóri sjógarpurin Nólsoyar Páll eisini ein ættfaðir.




