Allir Eysturoyartingmennirnir (8 í tali) góðu veljarunum á Skálafjørðinum lyfti um at tey á samgongufundinum mánadagin fóru at gera alt fyri at ein loysn var funnin so Skálafjarðartunnilin kann gerast veruleiki. Samstundust fagnaðu allir tann leiklut sum Kári P. Højgaard hevur havt í málinum og fleiri av tingmonnunum funnist harðliga at tí leikluti sum høvuðsstaðarpressan hevði havt í hesum málinum.
Allir Eysturoyartingmennirnir (8 í tali) góðu veljarunum á Skálafjørðinum lyfti um at tey á samgongufundinum mánadagin fóru at gera alt fyri at ein loysn var funnin so Skálafjarðartunnilin kann gerast veruleiki. Samstundust fagnaðu allir tann leiklut sum Kári P. Højgaard hevur havt í málinum og fleiri av tingmonnunum funnist harðliga at tí leikluti sum høvuðsstaðarpressan hevði havt í hesum málinum.
Hóast tað ikki bleiv boðað til fundar í Løkshøll fyrr enn stutt frammanundan at fundurin skuldi byrja var høllin stúgvandi full av eysturoyingu.
Fjølmiðlarnir í Havn hava koyrt málið fullkomuliga av sporinum var fleiri ferð sagt.
Landsstýrismaðurin kom sjálvur inn á tað øsing sum serliga var í høvuðsstaðnum og fantasiurin hjá andstøðuni var stórur at royna at forkoma málinum segði hann.
– Tað hevur eydnast andstøðuni at fáa enn tá fólk í Rio De Sanero at øtast um Skálafjarðatunnilin og fákfeløgini vóru so skelkaði um tað sum var farið fram at enntá felagið hjá Jarðarmøðrunum luttók á mótmælisfundi á Vaglinum – segði Kári P. Højgaard meðan mannamúgvan flenti og fagnaði landsstýrismanninum við taktføstum fagnaði.
– Og fjølmiðlarnir vistu enntá at siga at sjálvur Heðin Mortensen hevði mist svøvnin tí hann visti ikki um tað fór at verða hansara ábyrgd at sløkkja ein møguligan eld sum kanska fór at koma í rundkoyringini, segði Kári og fólk flentu hart.
– Kári P. Højgaard nevndi eisini hvussu óseriøs umboðini fyri størsta føroyska bankan høvdu verið tí bankin fekk høvi at bjóða uppá fígging av tunnlinum tá teimum stóð hetta í boðið men í dag søgdu somu umboð at hetta var ein so góð forrætning at tað almenna og ikki bankin átti at fíggja tunnilin (hetta brotið kemur út mánadagin).
– Eg undrist stórliga á hvussu fjølmiðlar og andstøða saman hava fokusera uppá alt tað negativa um teir kundu finna meðan øll tey stóru positivu tingini als ikki verða nevnd – tí einasta endamáli er at skapa øsing, segði landstýrismaðurin og fekk undirtøku frá hinum samgongufeløgunum.
Tinglimir vóru annars bjartskygdir um at tað fór at bera til at finna eina loysn og fleiri søgdu seg eisini verða fyri at finna eina almenna loysn um grundarlag var fyri tí. Hesum sjónarmiði tók Kári eisini undir við – men tað vóru fleiri sum viðgingu at tað eisini fór at verða neyðugt at finna eina loysn fyri Sandoyartunnilin eisini – fyri at fáa eina so breiða uppbakking í tinginum sum gjørligt.
Norðlýsið ferð eisini at leggja video út við tí sum einstøku tinglimirnir søgdu á fundinum – tað verður sunnudagin.
Sí video




