Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Video: Suarez stórtrívist

John William Joensen

Video: Suarez hevur á jólum gjørt áhugaverda samrøðu við ungan vert á Liverpool rásini LFC TV.

Tað er nyvan nakar ivi um, at Liverpool álopsleikarin Luis Suarez hevur verið besti leikari í Premier League higartil hetta kappingarárið. Hóast hann hevði leikbann fyrstu 5 dystirnar í Premier League, so liggur hann klárt ovast á toppskjúttaralistanum við 19 málum í 12 dystum. Harafturat hevur hann lagt upp til 10 mál. Hetta hevur eisini verið viðvirkandi til, at Liverpool heldur jól á fremsta plássinum. 2. jólakvøld verður helst størsti dysturin hetta kappingarárið higartil, tá besta heimaliðið, sum frammanundan hevur bankað øll lið av á heimavølli, møtir oddaliðinum.

Niðanfyri hevur ein ungur vertur, sum spælir við einum av yngru liðunum hjá Liverpool, havt eina áhugaverda samrøðu við Suarez, har álopsleikarin greiðir frá ymiskum viðurskiftum kring Liverpool.