Formaðurin í KÍ er spentur upp á uppgávuna, og sær fyri sær ein avbjóðandi dyst í móti einum góðum mótstøðuliði.
Sólin skínur í Riga, luftin er slavin og tað eru umleið 30 hitastig í dag.
KÍ leikararnir hava verið til lætta venjing fyrrapartin, og skulu út á stadion í kvøld kl. 17.00 føroyska tíð, fyri at hava seinastu venjingina áðrenn dystin í annaðkvøld.


