Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Video: Víkingar kvøða í Tromsø í kvøld

Jákup Ósá

 Víkingur spældi seg í kvøld víðari í Europa League eftir 2-1 sigur móti Tromsø úr næstbestu norsku deildini. hetta var samstundis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið spælir seg víðari í 3. umfar í Europa.

Nógv gøtufólk og leirvíkingar eru við í Tromsø, tí leiguflogfarið var fult. Niðanfyri síggja vit nøkur av viðhaldsfólkunum ”feira” sigurin í Tromsø við at kvøða ” Í Gøtu ein dag”. Randi og Magni Jarnskor og Víkingur.fo á Facebook eiga upptøkurnar, sum eru tiknar upp við telefon.