Video: Víkingur framdi eitt av størstu úrslitunum í søguni hjá føroyskum felags fótbólti, tá teir vunnu 1-0 í Finnlandi móti FC Inter Turku og harvið komu víðari.
Hanus Jacobsen skoraði einasta málið í dystinum við brotsparki, sum tryggjaði Víkingi víðari luttøku og nærum 1 millión í peningi. Við hesum hevur nýggi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen fingið eina dreyma byrjan, nú hann tók yvir i summarsteðginum í Effodeildini. Hann hevur fingið ein javnleik og ein sigur móti FC Inter Turku í Europa League, áðrenn fyrstu dystirnir í Effodeildini fara í gongd.
Málið hjá Víkingi kann síggjast HER




