NFÍ fyriskipar Norðoyastevnuna og myndamaðurin Eirikur Biskopstø hevur savna nakrar myndir frá stevnuni í ár. Samstundis prenta vit samrøðu við mentamannin, Jógvan Andrias Joensen, sum eisini er fyrrverandi formaður í NFÍ har hann hugleiður um felagsskapin.
NFÍ fyriskipar Norðoyastevnuna og myndamaðurin Eirikur Biskopstø hevur savna nakrar myndir frá stevnuni í ár. Samstundis prenta vit samrøðu við mentamannin, Jógvan Andrias Joensen, sum eisini er fyrrverandi formaður í NFÍ har hann hugleiður um felagsskapin.
Tað er ikki nøkur loyna at áhugin fyri summarstevnunum seinastu mongu árini hevur verið í fríðum fallið og orsøkin liggur fyrst og fremst hjá teimum, sum hava stjórna heldur fyrrverandi formaðurin í NFÍ, Jógvan Andrias Joensen.
NFÍ megnaði ikki at laga seg til nýggjar tíðir og til endans var Norðoyastevnan ikki so savnandi, sum upprunaliga ætla. Við hesi gongd gav Norðoyastevnan minni og minni inntøkur hjá lutakandi feløgunum í mun til stríði, sum eisini vísti seg liggja á færri og færri persónum.
Síðan 2010 hevur Jógvan Andrias Joensen, stjórna Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, og Norðoyastevnan seinastu árini vísir at felagsskapurin hevur verið í positivari menning síðan hann tók við sum formaður í felagsskapinum í 2010.
– Tá eg flutti aftur til Klaksvíkar úr Norra og byrjaði at verða aktivur innan mentanarøki í býnum, upplivdi eg skjótt, at her vantaði samanhald millum ymisku feløgini. Her vantaði felags stev at náa mál, sum kundi verða øllum mentunarlívinum í býnum at gagni og harvið lyfta undir trivnaðin í býnum.
– Tí tók eg, veturin 2009, stig til ein fund millum felagsskapir, sum fáast við ymisk mentanarlig viðurskifti uttan ítrótt. Her vóru vit samd um at nakað munagott átti at gerast fyri at gera Norðoyastevnuna til eina mentanarstevnu aftur, har fokus var á tað sjálvbodna arbeiði, børn og barnsligar sálir. Tá eg so í 2010 gjørdist formaður í NFÍ, brúkti eg nógva orku fyri at fáa sett eina nýggja kós út í korti har uppruna endamálið við NFÍ, at fáa felagsskapin at virka, sum ein paraplyfelagsskap, sum virkaði til frama fyri og at samskipað allar frítíðarfelagsskapir í Norðoyggjum. Fleiri limafundir vóru og fundir vóru eisini við umboð fyri kommunurnar í Norðoyggjum. Fram til 2010 hevði NFÍ bara virka sum ein Norðoyastevnunevnd og Norðoya-stevnan hevði sera negativa umtalu og mong hildu at hon hevði fullkomiliga mist sín týdning.
Hin savnandi tignin
– Eftir Norðoyastevnuna 2010 setti ráði fokus á nøkur savnandi tiltøk, m.a. kom skrúðgongan Norðoystevnudag í fokus við at býráðslimir gingu fremst og harvið øktu um áhugan hjá øðrum at luttaka. Í 2011 gav ráðið út tíðarritið Stevnubúgvin, sum setti fokus á søguliga og nútíðar leiklutin hjá frítíðar- og ítróttarfeløgum. Tíðarritið fekk dygga undirtøku frá kommununum og vinnuni í Norðoyggjum, sum harvið økti um inntøkugrundarlagið hjá NFÍ. Fólk vístu Norðoyastevnuni størri ans og afturmeldingarnar vóru eisini meira positivar.
– NFÍ hevur hesi seinastu 3 árini arbeitt í tráð við visiónina um at NFÍ skal taka tann samskipandi og samstarvandi leiklutin nógv meira seriøst. Hetta hevur verið gjørt fyri at bæði limafeløg og aðrir samstarvspartar skula fáa størri álit á felagsskapin og fyri at NFÍ við tíðini kann økja áhugan hjá kommunum og vinnuni í enn størri mun at stuðla frítíðarfelagsskapirnar í Norðoyggjum.
– Eg haldi at vit vóru komin væl áleiðis at skapa ein meira jaligan hugburð millum ymisku feløgini og serliga nú Klaksvíkar kommuna yvirtók báðar ítróttahallirnar er hugburðurin her í býnum nógv broyttur.
– Nú Klaksvíkar kommuna eigur karmarnar kring flestu frítíðarfelagsskapir í Klaksvík, økir tað møguleikarnar fyri at samstarva um felags mál og samskipað tann stuðul, sum verður latin mentanarlívinum.
– Í dag er støðan tann at teir felagsskapir og einkultpersónar sum brúka størstu orkuna uppá at ávirka býráðslimir fáa mesta stuðulin og tað er als ikki nøktandi.
– Nú vóni eg at politiskur vilji til at orða ein mentanarpolitikk vinnur frama í Norðoyggjum.
Nógv kann gerast í felag
Jógvan Andrias Joensen sigur at stórsta avbjóðingin er at fáa frítíðarfeløg í felag at gera átøk fyri at fáa fleiri børn og ung at vera við í frítíðarfeløgunum. Hann vísir til samanberandi kanningingina, sum ISCRA og Fróðskaparsetri gjørdu í februar 2012 millum ungdóm í Føroyum og Íslandi. Kanningin vísir m.a. at nógv fleiri ung eru aktiv í Íslandi enn í Føroyum.
– Limagjaldið hjá feløgunum er eisini ein avbjóðing. Samanbera vit okkum við frítíðarfelagsskapir aðrastaðni eitt nú í londunum kring okkum er limagjaldi sera lágt. Og nógv er, sum bendir á at tað eru tey somu, sum eru aktiv í fleiri feløgum.
– Við at hava lágt limagjald ávirka vit ikki einans inntøkugrundarlagið hjá feløgum, men hetta hevur eisini ávirkan á trivnaðin í feløgunum. Við at áseta eitt hægri limagjald styrkja vit ikki einans fíggjarliga grundarlagið hjá feløgum, men hetta er eisini ein ábending til foreldrini – um møguliga í samstarv við ábyrgdarfólk í frítíðarfeløgunum – at hjálpa børnunum at gera upp við seg sjálvan, hvat tey helst vilja og møguliga finna hvat frítíðarítriv tey eru best egnaði til.
Nevnda kanning vísir eisini at fleiri mál kunnu røkkast við øktum samstarvi millum foreldur, skúlan og frítíðarfeløg.
– Aðalfundurin hjá NFÍ í fjør ynskti broytingar. Á aðalfundurin í ár var lógarbroytingin samtykt. Nú er borðreitt fyri at stjórnin – sum er eitt sera vælegna forum til at viðgera og avgera felagsmál – enn betur kann virka fyri og fremja tað sum endamálsorðingin áleggur.
– Nógv kann gerast um vit velja at virka og samstarva í felag og her átti eitt vælvirkandi Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð at verið oddviti.




