Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Vit skulu fevna hvønn annan

John William Joensen

Óla Jákup Joensen, skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrø, røddi í Vágstúni Norðoyastevnudag eftir at skrúgonga við býráðslimum, skótum og ítróttarfólkum var komin heim úr Klaksvíksgarðinum

Óla Jákup Joensen, skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrø, røddi í Vágstúni Norðoyastevnudag eftir at skrúgonga við býráðslimum, skótum og ítróttarfólkum var komin heim úr Klaksvíksgarðinum

Sí video niðanfyri

—-

Røðan hjá Óla Jákup Joensen:

Vælkomin øll somul og takk fyri álitið!

Góðu stevnugestir, góðu klaksvíkingar. Fyrst av øllum takk fyri álitið mær var litið til at siga nøkur orð her í dag..

Fyrsta árliga stevnan

Norðoyastevnan er ársins fyrsta stevna. Norðoyastevnan slóðar fyri og vekur líkasum allar hinar stevnurnar úr dvala. Tá Norðoyastevnan er í hond, vita vit, at nú er summarið komið, og hóast vit ofta síggja hvítar fjallatindar á Norðoyastevnu, so vita vit, hvør vinnur. Tað er milda summarið, við gulum sóljuteigum og reyðum sólsetri, sum liggja sum málningar handan eygnalok okkara.

Ein av elstu stevnum

Norðoyastevnan er ársins fyrsta stevna. Hon er eisini ein av elstu stevnunum, og tað er ikki so løgið. Klakvíkingar hava altíð verið undangongufólk – eisini við mentanarligum tiltøkum. Bygdin var frá byrjan ikki stórsta bygd í Norðoyggjum, tað var harafturímóti Viðareiði. Men Klaksvíkin tók dik á seg og vann seg fram, so eingin er í iva um, hvør høvuðsstaðurin í Norðoyggjum er. Her vóru framsøkin fólk, ið ruddaðu slóð og gjørdu tað møguligt hjá øðrum at búleikast og vinna sær til dagsins uppihald. Hetta íverksetara genið trívist tíbetur væl her í Klaksvíkini.

Nógv nýggj mentanarlig tiltøk

Seinnu árini hevur Klaksvíkin ferð eftir ferð sett nýggj mentanarlig tiltøk á skránna og harvið vaksið um blómutyssið av tiltøkum býurin bjóðar til. Hesi tiltøk liggja sum eitt perluband gjøgnum ljósu tíðina. Tiltøkini eru ymisk og venda sær til ymsar bólkar av samfelagnum, men hava kortini nakað til okkum øll, og samla tí fólkið alt.

Summarfestivalur, sjómannadagar,torradagar

Summarfestivalurin vendir sær til tey tónleikaáhugaðu, sjómannadagar venda sær til sjófólkið og so framvegis.

Árligi skúla-skúlastafett

Seinasta skotið av tiltøkum var fyri 14 døgum síðan, tá felagið Treystið við Gutta og Finni á odda skipaðu fyri landsins fyrsta skúlastafetti. Hetta var frálíkt tiltak. Øll skúlabørn og allir lærarar í Norðoyggjum møttu í Djúpumýru. Her flokkur eftir flokk rann stafett, og at enda runnu lærararnir sum fyri lívinum. Íalt vóru góðir 900 skúlanæmingar og smáir 100 lærarar í sving. Børn av Viðareiði vunnu fyrstu stafettina, sum var hjá hjá 1. flokki, og tað var ikki eiti á rómur, ið tá var.

Míni fyrstu minnir um Klaksvík og Noröoyastevnuna. Kirkjan vígd og hátíðarhaldið fyri framman

Nú eri eg barnvaksin hinumegin Leirvíksfjørð, og tá eg var barn, bant havið landið saman, so fjørðurin var ein farleið heldur enn ein forðing. Fyrstu stóru minnir úr Klaksvík, havi eg frá ferðini, tá vit við einum 6-mannafari fóru Klaks­víkar til vígsluna av Kristianskirkjuni. Nú segði eg øll, men hetta er ikki rætt. Vígslan var um summarið, og tá vóru fáir menn at síggja í Leirvíks­túni, so pápi mín eins og flestu aðrir pápar vóru burturi. Teir vóru í Føroyingahavnini og róðu út og komu aftur í september. Nú fer Kristians-kirkjan skjótt at hátíðarhalda fimmti-ára dagin. Jú, tíðin rennur, sum streymur í á!

Bátarnir, sum fóru um fjørðn, 66-liðið og ísurin í kioskini

Aftaná vígsluna av Kristians kirkjuni eru komin mong og góð minnir úr Klaksvík. Klaksvíkin var keypsstaðurin, so leirvíkingar komu dagliga her við útróðrarbátum sínum, og vart tú smádrongur og gekk á kaiini, so slapst tú sjálvandi við. So tað var neyvan vika, at vit smádreingir ikki vóru í Klaksvík. Eisini sigldi rutubátur ímillum og klaksvíkingarnir, sum mannaðu rutubátarnar, vóru góðir við okkum smádreingir. Vit kendu teir allar, og teir bóru nøvn sum Jákup á Ternuni og so framvegis. Fyrstu minnir míni um Norðoyastevnuna eru fylt av sól og fótbólti. 66-liðið var í hæddini, og í Leirvík hildu allir smádreingir við KÍ. So vit inn at hyggja at fótbólti, og í hálvleikinum keyptu vit kramarhúsís úr kioskini við vøllin. Dýr minnir, sum eg beri við mær og kann finna fram aftur bara við at lata eyguni aftur og draga andan. Sólin sum hitaði, lýggja lotið, sum streyk gjøgnum hárið, rópini við vøllin, svalandi vælsmakkandi ísurin og so sam­an­­­haldið millum okkum smádreingir.

OvaKatrina og Expres-navnin

Samskiftið millum Klaksvík og Leirvík var nógv, og sjálvandi vóru klaksvíksgentur, sum høvdu funnið sær mann úr Leirvík og búðu har. Ein teirra var Katrina, sum var gift Ova og tí nevnd Ovakatrina. Hon var úr Klaksvík, og hon var nakað serligt. Hon átti sjálv fleiri dreingir og var góð við okkum smádreingir. Tá vit smádreingir høvdu føðingardag, var vanligt at siga frá søgum. Ein drongur fyri og annar eftir segði frá. So vóru smádreingirnir í føðingardegi hjá yngsta soninum hjá Katrinu, og sagt var frá søgum. Ein av smádreingjunum sigur so: Einaferð var tað Express í Klaksvík… Tá letur í Katrinu:” hann er pápi mín,” men fortel nú endiliga søguna, tí hana vil eg hoyra. So var sagt frá um hendan mann, sum vit bara kendu at navni og vistu søgur um. Og Katrina flenti og legði afturat og undirhelt. Hon var so stuttlig og lættsint, at eg ímyndaði mær, at soleiðis vóru allir klaksvíkingar, og seinni lærdi eg, at tað var ikki heilt av leið.

Norðoyastevnan er ein eldri ærbar dama, sum OvaKatrina

Nú eru mong ár síðan Katrina fór higani, men enn livir Norðoyastevnan. Onkusvegna minnir Norðoyastevnan um eina eldri erbæra kvinnu. Hon hevur kent aðrar dagar. Hon hevur havt viðgongd og mótgongd. Men ár eftir ár finnur hon sær veitsluklæðini framaftur, og so býður hon okkum øllum stevnu. At Norðoyastevnan er ár um ár, kemst av, at Klaksvíkin eigur hugsjónarfólk og eldsálir.

Minnast til at vera góð við undangongufólk, sum express og onnur

Fyri tíð síðan kom út bók um navnan hjá mær, Óla Jákup. Hann, eg sum barn kendi, sum Express í Klaksvík. Í hesi bók kann man lesa um hendan undangongumann. Vit, sum nú eru uppi á døgum, mugu leggja okkum nær at vera errin av og stuðla undangongu fólkum sum Óla Jákupi. Tað lættasta er at reka við streyminum, men tað byggir einki land. Klaksvíkin eigur enn sum áður undangongufólk, sum seta í verk og skipa fyri. Vit mugu leggja niður í komandi ættarlið, at tey virða og læra av slíkum fólkum. Tað byggir land og ber okkum fram á leið.

Nú í vár var eg til jarðarferð her í Klaksvík. Veðrið var framúr gott. Maðurin, vit søgdu farvæl, var ein av hesum fevnandi menniskjunum. Fylgið var ovurhonds stórt, og tað bar boð um, at tað hesin maður í lívi sínum vísti okkum á, eiga vit at leggja okkum í geyma í dagliga yrki okkara!

Tá vit fevna hvønn annan, verða vit sterkari, og smáu ósemjur okkara verða lættari at liva við og loysa.

Vit skulu fevna hvønn annan!

Maður er mans gaman, sigur orðatakið, og tað vísir Norðoyastevnan okkum á. Her hittast vit ár eftir ár. Her kenna vit, at tað er meir, sum bindur okkum saman, enn sum skilir okkum at, og tað er gott at leggja sær í geyma, tí sundurlyndið er okkum í holdið borið. Á Norðoyastevnu fevna vit hvønn annan, minnast á gamlar dagar og leggja nýggjar upplivingar afturat okkara ríku minnum.

Við hesum fáu orð­um fari eg at ynskja tykkum øllum eina framhaldandi góða Norðoyastevnu!

Takk fyri.