Í gjár var videofundur millum umboð frá Klaksvíkar kommunu og Skt. Pætursborg (Puschkin) á skránni. Evnið á fundinum var serliga ungdómsmentan.
Tað var í fjør, at Klaksvíkar kommuna undirskrivaði vinarbýarsáttmála við Skt. Pætursborg. Skt. Pætursborg er ein kendur mentanarbýur, og tí er upplagt at ein av fyrstu fundunum millum býirnar báðar, hevði mentanina í miðdeplinum.
Við á fundinum vóru trý umboð úr Klaksvík og trý umborð úr Russlandi. Dávur Winter, mentanarleiðari, hevði eina framløgu í Klaksvík og mentanarlívið her. Leivur Vitals, varaskúlastjóri, greiddi frá um nýggja skúlan og Beinta Gregersen, leiðari fyri ungdómshúsið, fortaldi um tilboðini til ungdómin í býnum.
Tey Russisku umboðini høvdu eisini framløgur, har dentur serliga varð lagdur á mentan við fokus á krígshetjur, og hvussu tær blíva fagnaðar, nú tað eru yvir 75 ár síðan annan veraldarbardaga.



