Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víðkaða Fjallafípan letur ætlandi upp tíðliga í mars

Klaksvíkar Kommuna

Arbeiðið, at økja um dagstovnapláss í Klaksvíkar kommunu, gongur væl. Skálarnir, ið kommunan hevur keypt, verða í løtuni innrættaðir í samsvari við ætlaða virksemið, og samstundis verður grivið út á staðnum, har skálarnir verða staðsettir, sunnan fyri Fjallafípuna.

Henda nýggja eindin, sum verður løgd aftur at útibarnagarðinum Fjallafípuni, fer at virka eftir sama leisti, sum er har frammanundan, og vendir sær til børn í aldrinum 5 til 7 ár. Um alt gongur eftir ætlan, verður byrjað fyrst í mars.

Í fyrsta umfari verður onnur av tveimum barnagarðsstovum latin upp við børnum, ið standa á bíðilista. Síðani fáa onnur børn, sum longu eru í skipanini og annars ikki vildu fingið møguleika til pláss í útibarnagarði, hetta sama tilboð. Pláss er fyri 20 børnum á hvørjari stovu, og seinna stovan byrjar sítt virksemi í seinasta lagi í august 2017.

Um so er, at onnur børn í hesum sama aldri ynskja pláss í Fjallafípuni, ber til at koma á lista við at venda sær til kommununa. Upptøkan fer tá fram sambært “upptøkureglum fyri ansingarpláss í Klaksvíkar kommunu”, sum m.a. er soljóðandi:

Børn í aldrinum 0-9 ár kunnu koma á barnaansingarlistan hjá Klaksvíkar býráð, um tey eru skrásett
búgvandi í kommununi. Tó kunnu ætleidd børn koma á bíðilistan, tá ið foreldur, sum ættleiða, kunnu vísa
váttan, at teimum er ávíst serstakt barn. Eisini kunnu foreldur, ið hava ætlanir um at flyta til kommununa,
skriva børn síni á bíðilistan 6 mánaðir, áðrenn flutt verður til kommununa.

Børnini koma á bíðilistan tann dagin, umsóknin er móttikin av býráðsumsitingini. Um fleiri umsóknir koma
inn sama dag, skal tað barnið, sum er elst, standa fyrst á bíðilistanum, síðan tað næstelsta o.s.fr.
Børnini á bíðilistanum fáa ikki nummar, men foreldur fáa skriv um, at umsitingin hevur móttikið
Umsóknina, og nær pláss kann væntast.

Sum nevnt, gongur arbeiðið væl við hesi víðkan av útibarnagarðinum Fjallafípan. Skálarnir eru bílagdir og verða fluttir til landið í februar mánað, og síðan verða teir settir upp skjótast møguliga. Niels Juel Arge er settur sum fyribils leiðari fyri stovnin, og í løtuni verður søkt eftir starvsfólki.

Vit síggja fram til at taka ímóti fleiri børnum í víðkaðu Fjallafípuni, sum vit vóna verður klár at taka í nýtslu tíðliga í mars mánað.