Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking frá sjúkrahússtjóranum: Narkosutólini í ólagi vegna óhapp

John William Joensen

Vit hava havt servicefólk úr DK í dag, og í samband við at teir blása luftskipanina ígjøgnum, verður staðfest at væta er í. Væta er onkursvegna ikki absorbera, og er farin í narkosutólini. Tólini mugu tí reinsast og gerast í stand, og tað kann ikki gerast í Føroyum.

Tólini eru rímuliga nýggj, millum 5 og 10 ár, tey eru í góðum standi og hava verið sera góð og álítandi. Óhappið við vætuni hevur einki við tólini at gera.

Útgerðin til sterilisering og reingerðing av amboðum á Klaksvíkar Sjúkrahús er í góðum standi. Okkurt tól er júst skift út. Hesi tól hava einki við óhappið at gera og eru heldur ikki rakt av tí.

Hetta var eitt keðiligt óhapp, og vit gera alt fyri at fáa hendur á øðrum tólum meðan okkara verða umvæld.

Heilsumálaráðið er kunnað um støðuna.