Undiritaða hevur, av góðum grundum, ongantíð verið partur av uppstillingararbeiðinum hjá Norðoya Sambandsfelag.
Av somu orsøk havi eg heldur ikki úttala meg um teirra arbeiði við at fáa kvinnur í politik. Demokratia sendi Sambandsflokkinum hesa heilsan fyrr í ár:
”Demokratia fegnast um nýggja stigið hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fram á javnstøðuleið. Nevndin í Norðoya Sambandsfelag fer á aðalfundinum 29. mars – sum eisini er fyrsti uppstillingarfundur til komandi løgtingsval – at mæla til at stilla eins nógvar menn og kvinnur upp. Flokksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, hevur haraftrat boðað frá, at javnstøða skal vera i flokkinum í seinasta lagi í 2012. Demokratia ynskir flokkunum báðum hjartaliga tillukku og góða eydnu.” Og tað gera vit sjálvandi framvegis.
Flokksarbeiðið sum heild.
Tað ið eg segði, byggir á egnar royndir í flokksarbeiðið og samrøður við onnur í politisku flokkunum, er at flokkarnir ikki hava ein miðvísan politikk fyri at fáa kvinnur aktivar, ikki bert uppundir val men allatíðina.
Sjálvt um vit í Demokratia vilja heita á allar kvinnur, ið hava áhugan, um at halda seg framat í politikki, so er sannlíkt, at hetta ikki broytist grundleggjandi fyrr enn flokkarnir gera tað, at fáa valevnir, til ein natúrligan part av teirra arbeiði øll 4 árini ímillum valini. Hetta hevur nakað við at gera hvussu væl skipaðir flokkarnir eru.
Uppskot um 2 listar innanflokka.
Demokratia er ikki komið við hesum uppskotinum. Tó hava vit heitt á rættarnevndina um at avklára tað løgfrøðisliga í hesum í vallógini, tí um onkur ynskir at nýta hendan møguleikan, so halda vit ikki tað skal verða nøkur forðing í lógini. Vit heita ikki á flokkar um at stilla tveir listar upp, tað má hvør flokkur í sínum lagi taka støðu til. Demokratia umboðar allar flokkar og eg eri vís í, sjálvt um vit ikki formliga hava viðgjørt, um hetta við tveimum listum er ein gongd leið, at tað eru ógvuliga ymiskar meiningar um henda spurning.
Ongar fyrimyndir.
Tað er væl møguligt at vit kvinnur, ið eru í politikki, ikki eru brúkiligar fyrimyndir hjá øðrum kvinnum. Okkara fólkaræði er so innrættað, at tað er veljarin ið avgerð hvør verður valdur, er veljarin ikki nøgdur við sítt umboð, so velur viðkomandi eitt annað umboð næstu ferð. So vit bæði, John William, mugu vóna at veljarin velur betri fyrimyndir næstu ferð.
Framvegis ynskja vit Norðoya Sambandsfelag – og øllum flokkunum – góða eydnu við uppstillingini.
Eyðgunn Samuelsen,
forkvinna í Demokratia.




