Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til grein hjá Axel Hansen nevndarlimi í Føroya Fiskimannafelag

John William Joensen

Axel Hansen vil í grein á nordlysid.fo, tann 11 juni, hava Johan Dahl at avtaka kravi um trygdarskeið fyri tey sum vilja sleppa at reina sjólívið, og ikki taka trygdar skeið fyrrenn eftir tveir- tríggjar túrar og samanber tað við skúlanæmingar sum fara í starvsvenjing. Grundgevingin er at tað er torført at fáa ung at velja sjólívið.

Axel Hansen vil í grein á nordlysid.fo, tann11 juni, hava Johan Dahl at avtaka kravi um trygdarskeið fyri tey sum viljasleppa at reina sjólívið, og ikki taka trygdar skeið fyrrenn eftir tveir-tríggjar túrar og samanber tað við skúlanæmingar sum fara í starvsvenjing.  Grundgevingin er at tað er torført at fáa ungat velja sjólívið. 

At samanbera ein skúlanæming við ein av manningini er tað sama sum at samanberatey, sum hvønn dag sigla við SSL, við manningina. Tað er stórur munur á at vera”ferðafólk” og so skula vera ein partur av manningini og kunna kláraat gera sína skyldu um ein vanlukku skuldi hent. Tað sum kann gerast, kundi tildømis veri at fáa trygdarskeið sum eina vallærugrein í fólkaskúlanum, soleiðisat viðkomandi hevur 5 ára aftaná fólkaskúlan, at sleppa at royna seg sumsjómann ella kvinnu. Ella kundi alternativið verði at prísurin bleiv setturniður á onkran hátt, so at tað ikki bleiv so møtimikið at taka trygdarskeiði.At avtaka kravi um trygdarskeið er eitt tekin um at fiskivinna ikki setur trygdfram um alt. Tað kann ikki góðtakast, sjálvt um viðkomandi bara ynskir atsleppa ein túr ella báðar tveir.

Fyri meg er tað skelkandi at ein nevndarlimurí Fiskimannafelagnum hugsar so. Ikki havi eg verði nógvar túrar við fiskiskipið,men tað sum eg havi uppliva er, at tað er ein trupulleiki at trygdin verðurikki sett serliga høgt. Tað er so stórur munur á hvussu trygdin verður raðfestá fiskiskipum og handilsskipum. Hetta grundi eg á tær samanberingar eg havi viðat hava mynstra við bæði fiskiskipið og handilsskipið.

At tað er torført at fáa fólk umborð áfiskiskip kann ikki brúkast sum grund fyri at kravi um trygdarskeið skal setasttil viks. Tað má ein hugburðsbroyting til innan føroyska fiskivinnu, tá einnevndarlimur í einum fakfelag,  sum mannskuldi hildið setti trygdina hjá sjómanninum fremst, at koma við einum slíkumuppskotið. Alla aðrastaðni í norðurlondum vera trygdarkrøvini herd og Føroyarmugu ikki ganga tann hinvegin og slaka uppá trygdarkrøvini. Serliga ikki ummann hugsar um at fiskivinnan er høvuðsvinnan í Føroyum.

Petur Mohr

Skipsførara lesandi

Harleywoodpaint