Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til greinskrivara í kjaktorginum 5. januar

John William Joensen

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur eina viðmerking til "Pombo" í kjaktorginum hjá Norðlýsinum

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin



Fyrsta treytin fyri at verða roknaður sum álitismaður og verða tikin fyri fult, er at tora at skriva kristna navn sítt undir grein av hesum slag, serstakliga tá ein niðurgerð sín navngivna politiska mótstøðumann á slíkan hátt sum ”Pombo” ger. Men sum orðatakið sigur, og hetta er sera beinrakið fyri greinskrivaran: ”Tómar tunnur buldra mest”. Hann skrivar:

Ryggurin á Kára P. Højgaard helt tó ikki, tá ið á stóð. Tað ger hann ongantíð. Í politisku verðini er hann kendur fyri sín illoyalitet, tí tímir eingin at hava nakað sum helst við hendan mannin og flokk hansara at gera longur, uttan samgongan, tá hon skal mis(brúka) hetta politiska stakkaladýrið í onkrari hevnisøku mótvegis restini av andstøðuni, eitt nú í norðurlandamálinum.

Nei hinir gomlu, hetta sær alt út til at vera í lagi. Roynuberini hjá Kára er bara súr. Og hesin út av lagi stóri illoyalitetur, hann nú ber fram á torg, fer heilt givið at geva honum stórar politiskar trupulleikar frameftir, eingin torir at hava nakað sum helst við mannin at gera aftur nakrantíð. Hann var eftir øllum at døma við í eini semju, sum eisini hevði við sær, at lok varð lagt á málið eftir endaligu avgerðina, men hann kláraði ikki at halda kjaft, og tað er ringasta syndin í politiskum viðurskiftum, tá tað gongur ímóti gjørdum avtalum.

Bert hesar fáu viðmerkingar.
Haldi politiski ryggurin á Kára P. positivt hevur staðið sína roynd, har hann meir enn eina ferð á Løgtingi hevur staðið einsamallur, sjálvt um tað hevur brotið í bæði borð. Hetta sjónarmið hevur ein kendur fakfelagsleiðari við drúgvum royndum alment ført fram í blaðgrein.

Kringvarpslógin sigur greitt, at politiska skipanin velur 4 limir og 4 varalimir. Tað er ein erlig søk at teir 4 stóru flokkarnir, ið telja 29 av 32 tinglimum, nýta sín demokratiska meiriluta, at velja teir 4 limirnar. Tað er óerligt at geva fólki fatan av, at valið er ópolitiskt, og teir smáu flokkarnir hava sama møguleika at skjóta upp og fáa nevndarlim valdan. Vit eiga at spæla við opnum kortum.

Allir flokkarnir hava undirskriva niðurstøðuna, sjálvsagt.Valið av nevndarlimum er framt sambært Kringvarpslógina, og tí skulu vit góðkenna tað.
Eg havi ikki á nakran hátt sátt iva um valið, ella valdu limirnar. Mín kritikkur hevur frá byrjan verið, at skal politiska skipanin luttaka í valinum eigur politisk javnvág at valda. Her er ikki talan um floksstødd men áskoðan, og tí áttu allir flokkar at valt ein nevndarlim.

Tá fult gjøgnumskygni valdar í valinum av hinum nevndarlimunum; hví skal gjøgnumskygni ikki eisini valda í politiska valinum?

Rættast var sjálvsagt, at politiska skipanin fullkomuliga varð hildin uttanfyri ávirkan.

Álit
Um samgongan, sum Pombo førir fram, og uttan iva eisini partur av andstøðuni (míni orð), hevur álit ámær og flokkinum eg umboði, man tað verða størsta áltisváttan, ein kann kann hugsa sær.

Harleyfacadeacryl