Sum fyrrverandi løgtingslimir, ið vóru við til at samtykkja báðar undirsjóvartunlarnar hava vit hesar viðmerkingar: Henrik Old sigur beinleiðis ósatt fyri føroya fólki og Løgtingi. Tað sæst m.a. greitt í lóg nr 14 frá 2002, har Henrik Old sjálvur hevur atkvøtt fyri at tunlarnir skulu gerast partur av vanliga vegakervinum hjá landinum tá lánini eru útgoldin.
Sum fyrrverandi løgtingslimir, ið vóru við til at samtykkja báðar undirsjóvartunlarnar hava vit hesar viðmerkingar:
· Henrik Old sigur beinleiðis ósatt fyri føroya fólki og Løgtingi. Tað sæst m.a. greitt í lóg nr 14 frá 2002, har Henrik Old sjálvur hevur atkvøtt fyri at tunlarnir skulu gerast partur av vanliga vegakervinum hjá landinum tá lánini eru útgoldin.
· Hansara ætlan um at partapeningurin skal gjaldast aftur er heilt burturvið, og vísir at hann bert roynir at leggja fótonglar út fyri Vestur- og Norðurøkið. Veruleikin er, at hann ætlar at krevja uml 400 milliónir krónur í partapeningi umframt raksturin av tunlunum. So talan er um heilt nýggjar mannagongdir og óhugnaliga skattainnkrevjing, sum vit als ikki koma at góðtaka.




