Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til Sjónvarp Føroya

John William Joensen

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy

Eftir at hava sæð tíðindasendingina, Dag og Viku hjá Sjónvarpi Føroya fríggjadagin 5. november 2004, er tað ikki sørt, at fleiri okkara – við áhuga fyri politikki – sita eftir við einari løgnari kenslu.
Í sendingini er eitt kjak millum nú- og fyrrverandi býráðsformennirnar fyri Tórshavnar kommunu, har orðaskifti legði upp til, hvør teirra skuldi taka við sum býráðsformaður eftir kommunuvalið týsdagin 9. november 2004. Annar hevur stillað upp aftur fyri Fólkaflokkin og hin fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað er undrunarvert, at tveir frammanundan royndir politikkarar sleppa framat eini almennari tíðindasending beint fyri valinum, havandi í huga, at øll onnur, ið á einhvønn hátt hava tilknýti til almenna tíðindaflutningin, verða sett í karantenu, tá tey hava fráboðað, at tey stilla upp.
Tað gerst tí nærliggjandi at spyrja, hví ein partaleysur tíðindaberi sum Sjónvarp Føroya velur at hava samrøðu við nú- og fyrrverandi býráðsformennirnar í Tórshavn, tá umboð fyri hinar flokkarnar til kommunuvalið ikki koma framat?
Um Sjónvarp Føroya ynskir at lýsa hesa síðuna av samfelagskjakinum, hevði tað so ikki verið hóskandi – meira dámligt og rættvíst – at Sjónvarp Føroya fyriskipaði eina valsending, har umboð fyri allar politisku flokkarnar sluppu framat við sínari áskoðan á júst hesi viðurskifti, heldur enn at geva tveimum flokkum ein eysýndan fyrimun.

Tórshavn, tann 6. november 2004

Vinarligar heilsanir

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Bjarki Mohr, form.

Føroya Væl 
Annfinn Brekkstein, form.

Harleywoodpaint