Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking um Kringvarp Føroya

John William Joensen

Tað er ein villleiðandi og ikki sørt ótespilig grein, sum John William Joensen skrivar um Kringvarpið í Norðlýsinum tann 2 september.

Í greinini, sum ber heitið Kringvarpið í ferð við at drepa føroyskt andslív(!) vevur hann fleiri ting upp í ein ellubita.
Onkursvegna megnar hann at gloyma, at tað var Sjónvarpið, sum bað lokala upptøkumannin um at taka myndir hendan sjómannadagin. Vit brúka fleiri free-lance upptøkufólk kring oyggjarnar. Tá vit biðja ein av hesum taka upp fyri okkum , so er tað tað sama, sum at biðja eina av okkara egnu fara á staðið. Tí er tað púra misskilt at siga, at sjónvarpið ongan áhuga sýndi, at sjónvarpið ikki var til staðar osfr.
Tað var sostatt ikki Norðlýsið, sum sendi tilfarið suður til Dag og Viku, men upptøkumaðurin, sum vit høvdu bílagt til uppgávuna. Hesin ger javnan upptøkur fyri okkum, og verður eisini rindaður av okkum. Tá John William so vil selja Televarpinum upptøkurnar – sum vit also høvdu bílagt(!) – tá spælir klaverið ikki reint longur. Vit kunnu ikki annað enn standa spyrjandi, ikki minst tá vit í greinini í Norðlýsinum beinleiðis verða lagdir undir at leggja hald á tilfarið  sama tilfar, sum vit also høvdu bílagt og fingið. Annars kann eg her skoyta uppí, at vit saman við lokala upptøkumanninum fara at hyggja at tilfarinum við tí fyri eyga at senda meira frá sjómannadegnum.  
Norðlýsið eigur stórt rós uppiborið fyri at skipa fyri sjómannadegnum, sum eydnaðist sera væl.
Tíverri tænir ein slík grein, sum tann í blaðnum 2 september, als ikki Norðlýsinum til nakran heiður. Beinleiðis niðrandi skriving um samfelagsbólkar, og at onnur verða skýrd smáar snúltaraverður – , slíkt er ótespiligur lesnaður.

Vinaliga,
Ivan Niclasen,
Kringvarp Føroya
 

Harleywoodpaint