Mín góði vinur, Bjørn Kalsø, førir fram í Norðlýsinum, at einki hevur verið at hoyrt frá Javnaðarflokkinum farna valskeið um fiskidagabanka.
Somuleiðis førir hann fram, at Javnaðarflokkurin vildi hava uppskotið um at staðfesta ognarrættin, sum Bjørn Kalsø legði fyri tingið, tikið aftur.
Tað er rætt, at partar av Javnaðarflokkinum vildu hava uppskotið hjá Bjørn Kalsø um staðfesting av ognarrættinum til okkara fiskatilfeingið tikið aftur, um broytingar ikki vóru gjørdar. Lógaruppskotið var so illa fyrireikað, at varð tað samtykt í tí líki, sum Bjørn Kalsø (helst ikki tilætlað frá Bjørn) legði tað fram, hevði als ikki verið talan um eina staðfesting av ognarrættinum. Tvørtur ímóti hevði helst verið talan um størstu gávu, sum nakrantíð er givin í Føroyum.
Tá Javnaðarflokkurin varnaðist hetta, kravdi flokkurin, at uppskotið varð tikið aftur ella broytt. Tíbetur fyri allar partar hevði kravið frá Javnaðarflokkinum tað við sær, at uppskotið varð broytt í evstu løtu, og soleiðis var tað Javnaðarflokkurin, sum á sjálvari málstrikuni bjargaði Bjørn Kalsø frá at koma í ta keðiligu støðu, at hann møguliga kom at verða tann persónurin, sum sat við fiskimálum um hendi, tá Føroya fólks ogn varð givin burtur í allar ævir.
Eyðstein Poulsen leggur javnaðarfólk, tjóðveldisfólk og aðrar ørvitisknokkar undir at hava fingið línuflotan í rangastrúpan. Fyrst er at siga, at eg sakni eina grundgeving frá Eyðsteini Poulsen fyri hesum pástandi. Rokni tó við, at hann sipar til ætlanirnar hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum um at seta á stovn ein fiskidagabanka.
Javnaðarflokkurin hevur als ikki fingið línuflotan ella restina av flotanum í rangastrúpan. Tvørtur ímóti hevur Javnaðarflokkurin bert staðfest trupulleikarnar við verandi skipan og vandan í, at tá dansurin (hjá teimum fáu) um gullkálvin fær ein enda – og tað fær hann – so er vandi fyri, at Fólkaflokkurin, sær sjálvum líkt, fer at senda rokningina til fiskimannin og skattaborgaran. Javnaðarflokkurin vil verja vinnuna, fiskimannin og skattaborgaran í móti, at hendan støðan íkemur.
Í grein í Norðlýsinum havi eg áður grundgivið fyri trupulleikunum við verandi skipan og ávíst, hví tað er neyðugt at seta ein fiskidagabanka á stovn. Havi ikki hug at endurtaka meg, men um Eyðstein Poulsen ikki hevur lisið greinina, kann her upplýsast, at hon er at finna á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.
Fiskidagabanki er tann skipanin, sum tænir samfelagsbúskapinum, vinnuni og fiskimanninum best. Endamálið hjá Javnaðarflokkinum við einum fiskidagabanka er ikki er at leggja eitt gjald á vinnuna (tað er longu í dag) ella at royna at finna nýggjar inntøkur til landskassan. Endamálið er at fáa eina skipan, sum er góð fyri vinnuna, fiskimannin og samfelagsbúskapin.
Einasta grundgevingin, eg havi sæð frá Eyðsteini Poulsen, er, at við einum fiskidagabanka fer okkara fiskivinna ikki at virka undir vanligum handilstreytum. Um ein skipan, har øll hava somu møguleikar fyri at keypa í fríari kapping, ikki er vanligar handilstreytir, so man Eyðstein Poulsen hava misskilt okkurt.
Eri eisini sannførdur um, at Eyðstein Poulsen og aðrir, sum fáast við línu í Norðoyggjum, bæði hava hegni og áræði til at tryggja sær betri fiskirættindi enn í dag, um teir fáa hendan møguleika í fríari kapping við onnur línuskip. Hetta er tað, sum fer at tryggja ein góðan og sunnan rakstur í allari vinnuni, okkum øllum at gagni.
Aksel V. Johannesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum




