Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðring fyri Stjørnuni

Oliver Joensen

Hóast greiðan sigur fríggjakvøldið, so valdi Slova Duslo Sala at mannsverja Duritu Christoffersen allan dystin, tá liðini hittust til seinna evropacup dystin sunnudagin.

Størsta hóttanin hjá Stjørnuni í dystinum fríggjakvøldið var Durita Christoffersen, og hevði venjarin hjá Duslo eisini lagt sær tað í geyma. Tá liðini leiktu seinna evropacupdystin sunnudagin, bleiv Durita mannsvar frá fyrst minutti av, og tað darvaði nógva álopsspælinum hjá Stjørnuni. Duslo tók leiðsluna beinanvegin, men munurin var ongantíð meira enn 4-5 mál. Um miðjan seinna hálvleik kom rættiligur spenningur í dystin, tá Stjørnan fekk minkað um munin til tvey mál, men Duslo svaraði skjótt aftur, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 27-23 til slovakiska liðið. Hóast alt, eitt heiðurligt úrslit hjá Stjørnukvinnunum. Uttan at taka nakað frá hinum leikarunum, so var tað spell, at Una ikki kunda verða við vegna brotnan fingur, og at Joan var nógva darva, orsaka av skaða hon hevur drigist við í longri tíð. Høvdu tær báðar verið við við fullari styrki, ivast vit ikki í, at úrslitið hevði verið munandi betur.

Harleyfacadeacryl