Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF fær tveir landsliðsleikarar hjá Grønlandi

Jákup Ósá

VÍF missir eisini fleiri lyklaleikarar, staðfestir venjarin Ingi Olsen.

VÍF vann seinasta kappingarár greiåuna í bestu mansdeildini í hondbólti. Eitt søguligt ár hjá VÍF, sum ikki hevði vunnið nakað í 10 ár frammanundan.


Fáa styrk úr Grønlandi

Ingi Olsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá VÍF. Hann sigur, at í VÍF koma tveir nýggir útlendingar í hópin.

– Vit fáa Danny Brandt, sum kann spæla spæliskipari, høgri bakkur og høgri vongur. Og so fáa vit Nuuno Lars Olsen, ið er strikuleikari. Teir eru 25 og 26 ára gamlir. Báðir eru landsliðsleikarar hjá Grønlandi, har eg havi vant teir, og annan havi eg eisini vant í felagnum, ið eg var venjari hjá í Grønlandi, meðan vit havi spælt móti hinum, sigur Ingi Olsen við Norðlýsið.

Missa fleiri lyklaleikarar

Ingi sigur víðari, at VÍF liðið hevur mist fleiri leikarar og m.a. alla miðverjuna.

– Heini Hanusarson heldur ikki fram í VÍF, og tað ger danski Mads Eriksen heldur ikki. Eli Muller er givin og so er ivamál um Sámal Joensen og Agnar Joensen. Í løtuni arbeiða vit útfrá, at teir koma ikki at spæla, sigur Ingi Olsen við Norðlýsið.

Ingi Olsen hevur í fleiri ár búð í Grønlandi, har hann eisini var hondbóltsvenjari á hægsta stigi. Eisini var hann hjálparvenjari hjá manslandsliðnum hjá Grønlandi.

Harleywoodpaint