Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF gjørt høvuðssponsoravtalu

Norðlýsið

VÍF, Sp/F Uni Zachariasen og P/F Meðalsbrekka gjørt høvuðssponsoravtalu.

Fleiri hava lagt til merkis, at Atlantic Airways liðið hjá VÍF hava leikt dystirnar higartil við ongum høvuðssponsori. Arbeitt hevur verið vit at finna ein ella fleiri slíkar og hevur hetta nú eydnast.
Og tað er ein stór gleði fyri felagið at kunngera at avtala er gjørd fyri 2 tey komandi árini, um samstarv við Sp/F Uni Zachariasen og P/F Meðalsbrekku.
Mennirnir aftan fyri feløgini eru kenningar fyri flestu vestmenningar; teir eru Uni Zachariasen og Tummas Christophersen. Báir hava leikt hondbólt, og hava annars sera stóran áhuga fyri, hvussu gongur hjá felagnum.
Til dystin móti H71 var avtalan undirskrivað partanna millum. Avtalan hevur stóran týdning fyri eitt felag sum VÍF, sum við hesum hevur møguleika fyri, framhaldandi at menna arbeiði við hondbóltinum í Vestmanna. Tað krevur nógv, hvørt ár at hava eitt felag sum VÍF koyrandi ár um ár. Bæði peningaliga, eins væl og tað krevur nógv fólk. Og slíkar avtalur sum henda, eru so avgjørt við til at stuðla undir tað arbeiði – vónadi til mikla gleði fyri allar vestmenningar.
Tað er eisini okkara vón, at stuðlandi feløgini gjøgnum okkara leikarar, fáa ein góðan møguleika fyri at koma fram í skrivandi miðlunum eins væl og í luftmiðlunum.
Tað er helst ikki ov nógv at siga, at Sp/F Uni Zachariasen og P/F Meðalsbrekka við hesi avtaluni hava fingið tað besta lýsingarplássi, sum hondbólturin í Føroyum hevur at bjóða. Neyvan nakað annað felag í landinum hevur seinastu árini verið so nógv frammi í miðlunum sum VÍF, og við eini slíkari avtalu, verður møguleiki fyri at arbeiði við framhaldandi at halda okkum millum tey bestu – og helst at vera best – lættari at gjøgnumføra.
Tað er tí við spenningi, at VÍF fer undir samstarvið tey komandi 2 árini, sum vónandi verður til gagns fyri allar partar.