Kappingin um 2. plássið í kvinnudeildini er sera hørð í byrjanini av kappingini. VÍF vann seg í dag á 2. pláss.
Kyndil er langt á odda í kvinnudeildini við 7 stigum. Í dag var týðandi dystur í kappingini um 2. pláss, tá VÍF tók ímóti VB. VÍF vann kanska óvæntað ein greiðan sigur. Hálvleiksstøðan var 20-14 og endaliga støðan 37-28. Við sigrinum legði VÍF seg á 2. pláss við betri málmuni enn Neistin og VB. Stjørnan liggur beint aftanfyri við 3 stigum eftir, at 4 umfør eru leikt í Elektron kappingini.
Málskjúttar hjá VÍF vóru: Durita Christophersen (9), Liljan Djurhuus (7), Rakul Joensen (6), Eilin Hansen (5), Agnas Olsen (4), Durita Ljósstein (2), Tóra Seloy (2) og Daniella Joensen (2)
Málskjúttar hjá VB vóru: Gintare Butkeviciute (10), Rannvá Johannesen (6), Helga Kjærbo (5), Rúna Jacobsen (3), Barbara Hjelm (3) og Ingrida Kuodyte (1).




