VÍF vann tryggan sigur á Team Klaksvík í dag.
Í fyrra hálvleiki dugdu bæði liðini at skjóta nógv mál og munurin var ikki so stórur. Í hálvleikinum var VÍF á odda 20-17. Men meðan VÍF eisini megnaði at skjóta 20 mál í seinna hálvleiki, so skoraði Team Klaksvík bara 10 mál í seinna hálvleiki. Endaliga støðan gjørdist 40-27 til VÍF, sum framvegis er oddalið í Atlantic Airways kappingini, meðan Team Klaksvík er aftast við 6 stigum.
Toppskjútti hjá VÍF var Filip Jojic við 9 málum. Hjá Team Klaksvík skoraði Bogdan Florea 8 mál. Team Klaksvík spælir aftur longu mikukvøldið, tá KÍF vitjar í Klaksvík.




