Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF við nærum sama hópi

Jákup Ósá

Áki G. Olsen tekur møguliga skógvarnar fram aftur, meðan Filip Jojic heldur fram hjá VÍF, sigur formaðurin í VÍF.

Áki G. Olsen tekur møguliga skógvarnar fram aftur, meðan Filip Jojic heldur fram hjá VÍF, sigur formaðurin í VÍF.

Áki Olsen er formaður hjá VÍF, sum í fjør gjørdust júst ov stuttir til finalu pláss. Hann sigur, at tað vera ikki stórvegis broytingar í VÍF hópinum.

– Vit hava gjørt avtalu við Filip Jojic um at halda fram. Síðani tekur Áki G. Olsen møguliga skógvarnar fram aftur. Umframt at nakrir ungir leikarar koma afturat, har summir av teimum koma niðri frá, har teir m.a. hava gingið í skúla. Onkrir av teimum koma heilt vist at spæla við, meðan aðrir vera partur av hópinum. Royndu leikararnir sum Agnar Joensen og Sámal Joensen taka eisini eitt tørn afturat, sigur Áki Olsen við Norðlýsið. Hann leggur afturat, at felagið leitar ikki eftir øðrum styrki uttanífrá.

Skulu í finalurnar

Fyrr í ár ljóðaði, at Team Klaksvík leikarin Zarko Pejovic møguliga var á veg til VÍF, men hetta avsannar VÍF formaðurin.

– Eg havi hoyrt okkurt leyst prát um hatta onkustaðni, men kann staðfesta, at tað hevur ongantíð verið uppá tal hjá VÍF, at fingið sær Zarko í hópin, so hasar søgurnar passaðu ikki, sigur Áki.

Hann sigur, at málsetningurin komandi ár er at koma í bæði steypafinaluna og FM finalurnar. Hann metir VÍF liðið vera betri fyrireikað til hetta komandi árið enn tað farna.

Á kvinnusíðuni dugur Áki illa at siga nakað um í løtuni, hvussu hópurin endaliga verður, men hann er heilt vísur í, at VÍF fer at hava eitt gott kvinnulið, sum verður betri enn tað í fjør.